USA og forsetavalið í morgin seta dám á Nón í dag.
Vit hyggja at teirri ávirkan, sum USA hevur havt á filmsframleiðslu og matvanar. Vit fáa vitjan av Birgiri Kruse, ritstjóra, og Leif Sørensen, kokki.
Vit spyrja eisini Regin Berg, stjórmálafrøðing, hvør tann heilt grundleggjandi politiski munurin er á forsetavalevnunum.
Og fara vit yvir um hav til New York, har Regin Winther Poulsen, journalistur, fer at kunna okkum um tað nýggjasta úr USA dagin fyri valið.