Hetta er fyrstu ferð, at føroysk lærubók fær hendan heiður.
Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað, Kathrina Skarðsá teknað og Nám ritstjórað og givið út.
Føroyska bókin vann gullheiðursmerki í bólkinum lærubøkur til 2., 3. og 4. flokk, og sostatt heiðurin, sum besta evropeiska bók í hesum flokki í ár. 13 bøkur úr øllum Evropa vóru í uppskoti til virðislønina.
Hoyrið her samrøður við Sigfríð Sólsker, leiðandi ritstjóra á Námi, Marionnu Skarðenni Poulsen, rithøvund, og Marjun Ziskason og Gunvá Magnussen, sum hava ritstjórnað Finku-bókaætlanina.