- Tað er fantastiskt at skriva. Tað er gevandi, og tað er ein máti at nærkast lívsins spurningum.
Soleiðis sigur Lív Maria Róadóttir Jæger, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið "Eg skrivi á vátt pappír".
Tað er omman, sum gevur bókini lív. Og bókin er ein intens uppliving, sum bæði ger teg rørdan og fær teg at smílast.
Formurin og innihaldið er nýskapandi, men tað tekur útgangsstøði í nærsambondum, sum ger, at flest øll munnu kenna seg aftur.
Hoyr alla samrøðuna við Lív her.