- Tað var hátíðardámur í Føroyum tá.
Soleiðis sigur Jógvan Arge um dagarnar, tá ið Føroyar hýstu C-HM í hondbólti í 1980. Jógvan Arge var formaður í ÍSF ta tíðina, og hondbólturin fyllir sítt í bókini Mín krýnika 6.
- Vit vildu vísa, at vit meintu nakað við okkara limaskapi í altjóða sambondum. Vit vildu vísa, at vit kláraðu at skipa fyri einari heimsmeistarakapping sum hasari, við einum tíggju luttakaralondum, og tað segði mær, tá samanum kom, at tað bar til, sigur Jógvan Arge millum annað í hesi samrøðuni.