- Kanska havi eg rakt eina lesarafjøld, sum eg ikki visti, var har. Tað kunnu vera tilflytarar sum eg, sigur Kalpana Vijayavarathan.
Yrkingasavnið "Whisper of Butterfly Wings", sum kom á Sprotanum herfyri, er longu útselt, og tað er ikki vanligt, at eitt yrkingasavn í Føroyum er útselt eftir fáum vikum. Nú verður tað endurprentað.
Yrkingasavnið er á enskum, við føroyskum orðum og vendingum uppií, og yrkingarnar mynda kenslur, sum eru birtar í løtum, har hon hevur eygleitt føroyska list, kenslurnar at vera tilflytari, gudstrúgv og góðar løtur.