Kvívík telist millum tær vakrastu og hugnaligastu bygdirnar í Føroyum. Og vit hitta fólk í heimablídni á Kletti, samstundis sum vit eisini eru á ferð í bygdini.
Vit hitta vertin á Kletti, Marionnu Eysturoy, og vit prátað við Hera Müller, borgarstjóra, og Sonju Schneider, ið tekur sær av grønu økjunum í kommununi.
Vit skifta orð við Randi Jacobsen, ið er ein av kvinnunum, ið manna fimm-mannafarið Junkaran.
Tummas Marni Joensen er søgufróður kvívíkingur, ið fer at siga okkum frá grannalagnum á Kletti.