Í hesari frásøgnina um smoltstøðina, sum er omanfyri 300 metrar til longdar og 80 metrar breið, sigur arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, hvørs teknistova hevur teknað bygningin, okkum um hugskotið til bygningin og hvørjar avbjóðingar ein bygningur av hesum slagi hevur við sær. Eisini hitta vit Rógva Jacobsen, sum er leiðari á smoltstøðini, meðan Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla smoltstøðina úr arkitekttoniska sjónarhorninum.
Smoltstøðin stendur í einum grótbroti á Strond stutt norðanfyri byrgingina um Haraldssund.
Tú kanst hoyra frásøgnina her!