Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.... more
October 16, 2019Vinir eru lívsneyðugir- Gransking vísir, at tað er beinleiðis lívshættisligt ikki at hava vinir.Tað er ein av setningunum, sum koma fram í hesum kjakpanelinum, har Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Bjørghild Poulsen, heilsufrøðingur, og Bergur Debes Joensen, prestur, seta orð á vinaløg og vinskap.Hoyr alt orðaskiftið her....more30minPlay
October 15, 2019Nón 15.10.19 - tematýsdagur um vinaløgVit støkka inn á gólvið hjá Beggu Ellingsgaard, har vit hittu vinkonurnar Beggu og Elsebeth.Vit hitta eisini Kenneth Bærentsen, sum saman við sínum vinfólkum, raðfesta samanhaldið so mikið høgt, at tey hava sett vinarlagið í fasta skipan.Vinaløg og samvera eru í nógvum førum ein fortreyt fyri at tú kanst koma í javnvág sum menniskja, sigur ráðgevin og kveikjarin Poul Jákup Thomsen, sum vit hittu í felagshølunum hjá Bátafelagnum....more1h 51minPlay
October 15, 2019Franskir hotdogs, gott kaffi og nógvir biltúrarTú kanst hoyra samrøðuna við Beggu og Elsebeth her....more17minPlay
October 11, 2019Frá sjúkrahjálpara til ævisøguhøvund- Eg fekk søgurnar og kvæðini við mær úr Skúgvi.Hann er uppvaksin í Skúgvi, haðani hann fekk nógv við sær. Hann gavst at lesa, tí ungdómsuppreisturin kom í vegin. Hann tók útbúgving sum sjúkrahjálpari og hevur arbeitt bæði í røktarheimum og pleygudeild, meðan hann hevur fingist við at skriva.Hanus Kamban hevur skrivað mangt og hvat, men hansara mest krevjandi verk eru stóru ævisøgurnar um Hans Andrias og Janus Djurhuus, ið tilsamans hava tikið eini 20 ár at skriva....more32minPlay
October 11, 201915 ár síðani køksmanifestið varð orðaðHvussu hevur gingið í Føroyum og aðrastaðni at arbeiða út frá teimum tíggju setningunum, sum yvirlýsingin innihelt? Tað hava vit tosað við Gundur Fossdal um. Gundur var ein av teimum tólv kokkunum.Onkur hevur rópt tað eina mat-kolvelting og onnur siga, at tað var júst hendan yvirlýsingin, sum bjargaði norðurlendska mat-samleikanum, tá vit tosa um matstovuvirksemi.Vit tosa um Norðurlendska køks-manifestið, sum varð orðað og undirskrivað á heysti í 2004....more23minPlay
October 10, 2019Brúkar rapptónleik at varpa ljós á kvinnurættindi28 ára gamla egyptiski rapparin Yukka er uppvaksin og hevur livað størtsa partin av sínum lívi í Egyptalandi. Men í 2015 mátti hon rýma frá sínum lívi har, eftir at hon í kjalarvørrinum av tí Arabiska Várinum byrjaði at brúka rapptónleik aktivistiskt í eini roynd at gera umheimin varugan við politiskar trupulleikar. Hon kendi seg ikki longur trygga í Egyptalandi....more19minPlay
October 10, 2019Nón - 10. oktober15 ár eru liðin, síðani norðurlendska matmanifestið varð skrivað. Vit hitta ein av kokkunum, Gunndur Fossdal, sum var við í klekingini av hesum manifesti.Nú er klárt at fara undir at um- og útbyggja posthúsið í Klaksvík til mentanarhús. Hvussu verður nýggja húsið skipað, og hvussu verður farið fram við atlitið at posthúsbygninginum? Vit fáa eina útgreining frá Ósbirni Jacobsen, arkitekti. Og hvør er munurin millum regionalan og google-arkitektur? Hetta fregnast vit um hjá Mayfinn Norðoy, arkitekti....more1h 50minPlay
October 10, 2019Ummæli: Psykosudrotningin sigur frá- Eitt persónligt, djarvt og neyðug og eitt serstakliga væl frágingið arbeiði.Soleiðis sigur Eilen Anthoniussen um bókina "Psykosudrotningin sigur frá", sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað og myndprýtt."Psykosudrotningin sigur frá" er ein sokallað hyrbidbók, ið kann lesast sum ein ferð inn í upplivingar við psykosu, ótta og angist. Bókin er ein roynt at siga frá sálarsjúku frá einum persónligum sjónarhorni.Hoyr ummælið her....more8minPlay
October 10, 2019Nón - mentanarmikudagur 9. oktoberHansara týðingar fara beint í hjørtuni hjá føroyskum børnum og ungum. Vit tosa við Berg Rasmussen, sum fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.Mentanarmikudagurin í Nón byrjar sum vant í Bókahorninum, og ein felagsnevnari í dag er barna- og ungdómsbøkur.Rakel Helmsdal gav um vikuskiftið út nýggja barnabók við heitinum "Loftar tú mær"? Rakel Helmsdal vitjar eisini Nón seinni í fyrra tímanum.Vit fáa eisini eitt ummæli av bókini Psykodrotningin eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir. Eilen Anthoniussen ummælir....more1h 49minPlay
October 09, 2019Mentanarálmanakkin frá 9. til 15. oktoberTú kanst hoyra Mentanarálmanakkan her!...more17minPlay