Fiskimálaráðið hevur slept kæruni av úrskurðinum hjá Føroya Rætti í málinum ímóti reiðarínum North West Pelagic.
Ein politisk avgerð, sigur Høgni Hoydal, sum var landsstýrismaður, tá Fiskimálaráðið valdi at kæra úrskurin hjá Føroya Rætti, sum gav reiðarínum North West Pelagic viðhald í kæruni um Fiskimálráðið, eftir at ráðið tók veiðiloyvið frá felagnum í 2016.
Málið snýr seg um, at reiðaríðið North West Pelagic misti veiðiloyvið í januar í 2016, tí Vørn staðfesti at ræðið á felagnum í veruleikanum var á hondunum hjá útlendska minnilutaeigaranum Jaczon Trawler.