Endamálið við árliga norðurlendska bústaðarfundinum, er at deila hugskot og geva hvørjum øðrum íblástur til bústaðarbygging.
Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur, at tey fáa nógv burturúr at hoyra, hvussu hini norðurlondini skipa sínar bústaðarbyggingar.
Á skránni eru ymisk evni, sum umboð fyri londini kjakast um, og so leggja londini fram um síni bústaðarviðurskifti, bústaðarbyggingar og avbjóðingar.
Á norðurlendska bústaðarfundinum eru fleiri umboð fyri Finland, Norra, Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar.