Hesa vikuna bjóðar nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, til kaffiprát í forhøllini í Listavninum.
Har fær ein eitt óhátíðarligt høvi at heilsa uppá stjóran og tosa um virksemið á savninum, koma við hugskotum og annað.
- Vit hava valt at hava kaffiprát, so eg kann hitta øll, sum hava áhuga í savninum og hoyra, hvat tey halda um savnið og fáa nøkur góð hugskot, sigur Karina Lykke Grand.