Eitt av hæddarpunktunum á ovastevnu er framførslan av einum nýskrivaðum sangleinki.
Eini 30 nólsoyingar ella fólk við tilknýti til oynna luttaka í nýggja sangleikinum, sum hevur heitið "Kongsdóttirin í Nólsoy", og byggir á kendu søgnina um kongsdóttrina, sum skal sigast vera komin úr Skotlandi og hava búsett seg í Nólsoy.
Hugskotið til stóru verkætlanina eiga Hilmar og Gunnvør Joensen, og tey hava fingið Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, útbúgvin sjónleikari og royndur leikritahøvundi at skriva leikin.