Lávus og Sverri eita dronurnar hjá Umhvørvisstovuni. Lávus og Sverri flúgva kring allar Føroyar og taka myndir.
Tá kortlagt verður við dronum, flúgva hesar umleið 100 metrar uppi yvir lendinum og taka myndir beint niður. Myndirnar verða nýttar at gera myndakort, hæddarkurvar og onnur teknisk data.
Flúgvingin er skjótt avgreidd, tað tekur vanliga frá 30 min. til 2 tímar at flúgva eina bygd.
Tað er Andreas Klein Arnbjerg, ið tekur sær av hesari uppgávu.