- Eg haldi saktans, at tú kanst síggja leikin uttan at hava lisið bókina.
Carl Johan Jensen, rithøvundur, heldur tað vera eitt bragd, at leikbólkurin Tvazz hevur fingið so nógv við úr bókini "Ó - søgur um djevulskap", nú bókin er gjørd til leikrit, sum verður framført í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
Leikurin byrjar við, at spurt verður út í salin, hvør hevur lisið bókina úr enda í annan. Og tað var ein greiður minniluti, sum rætti hondina upp, men tað nervar ikki Carl Johan Jensen.