Óndskapurin hevur víst sítt ljóta andlit í nógvum brigdum hesa seinastu tíðina. Á palli, í dokumentari og í ikki minst í veruleikanum.
Men hvat er óndskapur, hvussu kemur hann til sjóndar, og hvussu kunnu vit forða fyri at óndskapur fær gróðrarlíkindi?
Hoyr samrøðuna við Tóru Petersen, sálarfrøðing og trivnaðarráðgeva hjá fólkaskúlanum, og Jóhannes Miðskarð, phd í lívslangari læring.