Í samband við løgtingsvalið hevur Dátueftirlitið sent kunning út um, at tað sambært persónsupplýsingarlógini er ólógligt at nýta skipaða viðgerð av politisku sannføring veljarans, til at sannføra veljarar um at velja ávísan flokk.
Dátueftirlitið sendir ikki hetta út, tí tað hevur illgruna um, at slík viðgerð av persónsupplýsingum verður nýtt í valstríðnum í Føroyum.
Men Dátueftirlitið vísir á, at politiskir flokkar uttanlands hava nýtt skipaða viðgerð av persónsupplýsingum í valstríðnum, til millum annað at senda útvaldum veljarum lýsingar og ósannindi (fake news).