Trø eru við til at skapa trivnað og ikki minst geva tey lívd. Hesar eru nakrar av orsøkunum til at Tórshavnar kommuna er farin undir at planta 10.000 trø ymsastaðni í kommununi.
Eitt av teimum støðum er nýggi Kirkjugarðurin í Hoyvík, og har hittu vit í Summarmorgni Marin Katrinu Frýdal, sum er forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í kommununi.