Summarmorgun

Planturnar flýggja niðan á fjallatopparnar (LJÒÐ)


Listen Later

- Vit gera plantukanningar á fjallatindum fyri at kanna, hvussu gróðurin flytur seg í tráð við at tað verður heitari, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur á Tjóðsavninum.
- Longu í hálvfemsunum byrjaði man at leggja til merkis, at gróðurin broyttist og at planturgróðurin flutti seg hæðri og hægri uppi á tindarnar. Tað bleiv ein verkætlan sett í gongd, har man fór at hví so er, sigur Kolbrún.
Verkætlanin fevnir um 120 lond, og kallast fyri Gloria (Global Observation Research Initiative in Alpine Environments) og í hesum døgum eru, umframt Kolbrún frá Tjóðsavninum, sjey granskarar úr Týsklandi, sum kanna fjøllini, Lambafelli, Tungulívsfjall, Sátuna og Sandfelli við Gjógv.
- Árini av veðurlagsbroytingum sæst væl og tey mestu útsettu økini, eru fjallatopparnar hjá okkum, har tað er eitt heilt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum ikki tolir stórar broytingar. Faktiskt eru tær planturnar, sum er har uppi, øgiliga viðkvæmar, sigur Kolbrún.
- Vit síggja, nú tá ið man hevur fylgt við í áratíggju, at planturnar flyta seg spakuliga uppeftir, í tráð við, at tað verður heitari, og tá ið teir koma niðan á fjallatindin, og líkasum eru komnir heilt niðan á, hvar skuldu tær so fara?, sigur Kolbrún.
Orsøkin til, at 120 lond eru við í hesi verkætlan, er, at so ber til at finna eitt mynstur runt heimin og kanska fáa svar upp á, hvat tað er sum planturnar reagera uppá.
Men tað er ongin ivi, at verðurlagsbroytingar eru orsøkin til, at lívfrøðiliga margfeldi broytist, eisini her hjá okkum, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur á Tjóðsavninum.
Lurta eftir samrøðu við Kolbrún í Summarmorgni.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

SummarmorgunBy Kringvarp Føroya


More shows like Summarmorgun

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners