Alsamt fleiri børn og ung hava tørv á onkrum slagi av sálarhjálp.
Bíðilistin til Barna- og ungdómspsykiatriina hevur ikki verið so langur sum nú.
Men ber til at fyribyrgja við at bjóða næmingum í fólkaskúlanum sálarhjálp?
Tað halda tey á tveimum skúlum, og tey halda seg eisini síggja, at slík skipan bøtir um trivnaðin hjá næmingunum.
Í sendingini spyrja vit, hvussu ein slík skipan sær út, og vit spyrja eisini fakfólk á økinum, um tørvur er á slíkum tilboði.