Bókin, Føroysk samfelagsfrøði - C stig er ætlað fyrsta ári á miðnámi, og er fyrsta samlaða samfelagsfrøðibókin á føroyskum til miðnám.
Bókin er útkomin bæði sum pappírs-, samvirkin- og pdf.bók og hevur umframt frágreiðandi tekst eina ørgrynnu av myndum, talmyndum, talvum, modellum, kortum og dømum, stendur í tíðindaskrivi.
- Bókin fangar sostatt næmingar við sera ymiskum læristílum, siga tveir av høvundunum, Ragnar Árnason Joensen og Sámal Matras Kristiansen, sum eisini er ritstjóri.