Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki... more
FAQs about Samværi:How many episodes does Samværi have?The podcast currently has 54 episodes available.
May 07, 2024Samværi 034 - at bera framGunnvá og Ria hava drúgvar royndir sum leiklistakvinnur og allar teir hattarnar sum tað inniber. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um tað at lesa upp og bera fram tekstir hjá øðrum, teirra listaligu tilgongdir, nær tær kenna seg allar best í sínum yrki og hvat er fyri framman hjá teimum í næstum....more51minPlay
April 30, 2024Samværi 033 - at geva útNansý og Hervør hava tað í felag, at tær fyri stuttum hava útgivið. Nansý hevur útgivið sítt fyrsta yrkingasavn “eg hvessi mær knívin, eg komi heim” og Hervør hevur útgivið staklagið “Yppa”. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, hvørjar tankar tær gera sær, tá ið tær velja at geva út og gerast almenn listafólk....more51minPlay
April 23, 2024Samværi 032 - at ferðastKristina og Helle eru møðgur og takast við list og alt tað sum har tilhoyrir, millum annað at ferðast, søkja um stuðul og skipa fyri. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, hvat tær fáast við í løtuni og hvat er fyri framman....more51minPlay
April 09, 2024Samværi 031 - at framføraAnna Sofía og Rannvá hava tað til felags, at tær báðar takast við at framføra, men uppá hvør sín hátt. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir tá tað kemur til at fyrireika góðar framførslur, hvat ein góð framførsla er og hvønn týdning góðar framførslur kunnu hava á áskoðarar....more54minPlay
April 09, 2024Samværi 030 - at opnastTað er eingin loyna at Eivør og Marjun hava havt eitt sera eydnuríkt og flott samstarv yvir fleiri ár. Marjun hevur skrivað eina rúgvu at sangtekstum, sum Eivør hevur útgivið og sungið á fleiri útgávum og konsertum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um hvar teirra samstarv byrjaði, hvat teirra felagsáhugamál og stílur er, hvat tað hevur at siga at opna seg upp fyri øðrum og hvussu teirra listaligu tilgongdir síggja út, tá tað kemur til samstarvið teirra millum og eisini tá tær arbeiða einsamallar við øllum møguligum ymiskum verkætlanum....more52minPlay
April 02, 2024Samværi 029 - at samla endarTorleik og Annika útgóvu í fjør eina plátu út saman sum eitur Leysir endar 1 í Hoydølum. Plátan er eitt úrslit av eini rúgvu av leysum endum, sum tey bæði saman hava knýtt saman til eina heild. Torleik spælir eisini bass í nógvum ymiskum bólkum og hevur m.a. eisini útgivið sjálvnevndu plátuna A15 í fjør. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og týdningin av at samla teir leysu endarnar saman viðhvørt, hvat tað ger at samstarva við onnur og hvønn týdning eitt listakollektiv í Hoydølum kann hava fyri føroyska list....more51minPlay
March 26, 2024Samværi 028 - at framleiða tónleikGuðrið og Karl ganga bæði á tónlistabreytini í listaligum arbeiði á Setrinum. Har verða tey boðin av og biðin at gera ymiskt, sum tey kanska annars ikki høvdu farið í holtur við av sær sjálvum. Sum td. at upptaka sjálvi í studio, gera strúkaraútsetingar, v.m. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og hvat hevur teirra áhugað í løtuni tá tað kemur til at framleiða tónleik....more51minPlay
March 19, 2024Samværi 027 - at ummælaMarna og Paula hava báðar havt nógv við ummæli at gera. Marna hevur ummælt á bloggi sínum “Egið rúm” (marnakj.wordpress.com) í langa tíð og Paula Gaard hevur skrivað phd. ritgerð um ummæli í Føroyum frá 1997-2007. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um týdningin av at ummæli vera skrivað, hvat eitt ummæli helst skal innibera, og jhvar man finnur dirvi til at ummæla....more53minPlay
March 12, 2024Samværi 026 - at bygdastUrd og Eyðfinn eru uppvaksin á Glyvrum og í Fuglafirði. Vertirnir Dania O. Tausen og Beinir Bergsson eru eisini uppvaksin á Toftum og í Sørvági. Øll eru virkin innan fyri list uppá ymiskar mátar. Urd varð sett sum mentanarleiðari í Runavíkar kommunu í januar í 2023 og hevur arbeitt miðvíst við at skipa fyri tiltøkum á Skálafjørðinum síðani. Eyðfinn hevur gjørt allan sín tónleik í barnakamarinum í Fuglafirði og saman tosa tey um hvar landið liggur tá tað kemur til áhuga fyri listaligum tiltøkum á bygd í løtuni, hvørjar avbjóðingar fylgja við og hvørjar dreymar tey hava fyri framtíðini....more50minPlay
March 05, 2024Samværi 025 - at flyta mørkAnna Katrin og Durita arbeiða dagliga sum tónlistakvinna og sjónleikari. Á hvør sín háttt arbeiða tær við evninum at flyta mørk. Bæði mørkini inni í einum listaverki og egin faklig mørk, tá tær fara undir nýggjar verkætlanir. Í sendingini seta tær spurnartekin við, nær eitt mark uppstendur, og hvat tað krevur at flyta eitt mark. Um hvussu mann ikki fer út um mørk, men víðkar tey....more53minPlay
FAQs about Samværi:How many episodes does Samværi have?The podcast currently has 54 episodes available.