Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki... more
FAQs about Samværi:How many episodes does Samværi have?The podcast currently has 54 episodes available.
October 08, 2024Samværi 044 - Hvat kann eg syngja um?Tónleikakvinnurnar Simona Paula á Fríðriksmørk og Lena Anderson arbeiða nógv við tekstunum, sum tær syngja. Skapanartilgongdirnar eru ymiskar; millum annað verður tosað um, hvussu ein gongutúrur kann nýtast til at skriva ein sangtekst. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvat mann kann syngja um. Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini....more52minPlay
October 01, 2024Samværi 043 - Fer tað undurfulla skjótt at henda?Leiklistafólkini Marita og og Durita leggja kropp og rødd til verkið, sum tær sýna fram á Ólavsøkuframsýningini 2024: Skjótt hendir tað. Verkið granskar frásagnarbrigdini hjá tí nakna kvinnukroppinum í konkreta pallsetta rúminum í samanspæli við almenna rúmið og rúmið millum menniskju. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um og spyrja, um tað undurfulla skjótt fer at henda....more43minPlay
September 24, 2024Samværi 042 - Hvussu tung ella løtt er ein løta at bera?Teir tríggir dansararnir Vár, Rannvá og Búi leggja øll kropp til eitt verk eftir Vár B. Árting á Ólavsøkuframsýningini 2024. Hóast verkið nýtir ymiskar miðlar, so er kroppurin í miðdeplinum. Vár er yrkisdansari, koreografur og listaligur samleiðari hjá føroyska dansivirkinum RIVA saman við Rannvá. Búi Rouch er yrkisdansari og koreografur. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tousen tosa við tey um, hvussu tung ella løtt ein løta er at bera....more47minPlay
September 17, 2024Samværi 041 - Hvat sær gestsins eyga?Teir tríggir Sigmund, Gwenael og Tróndur sýna allir verk fram á Ólavsøkuframsýningini 2024. Felags fyri teir er, at teir arbeiða við fotolist. Sigmund er fyrst og fremst tónleikari og hevur leingi verið virkin í fleiri ymiskum bólkum og tónleikasjangrum. Hann hevur tó eisini roynt seg sum myndalistafólk og yrkjara. Gwenael er fotograftur og Tróndur hevur lisið dokumentarfotografi á Fotografisk Skole í Aarhus og fotojournalistik á Danmarks medie- og journalisthøjskole í Aarhus. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvat gestsins eyga sær....more45minPlay
September 11, 2024Samværi 040 - Hvussu eru vit sárbær á skrift?Tær tríggjar listakvinnurnar Guðrið, Rannvá og Bjørk eru allar við á Ólavsøkuframsýningini 2024. Felags fyri tær allar er, at tær onkursvegna hava skrivingina við í verkunum, sum tær sýna fram, hóast skrivingin ikki er tann einasti miðilin, sum tær arbeiða við. Tær tosa saman í sendingini um, hvussu tær arbeiða við teksti á Ólavsøkuframsýningini, og hvussu tað heilt persónliga verða sýnt fram í slíkari framsýning. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu vit eru sárbær á skrift....more48minPlay
September 03, 2024Samværi 039 - Hvussu hýsist ólavsøkuframsýningin?Alda og Jórunn vóru báðar í tí kuratoriska toyminum til Ólavsøkuframsýningina 2024. Tær eru staddar á Listasavni Føroya og práta um, hvussu tilgongdin hevur verið at kuratera framsýningina. Alda er myndlistakvinna og arbeiðir við ymiskum miðlum. Jórun er arkitektur við yvirbygnaði í restaurering, transformatión og mentanararvi. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu ólavsøkuframsýningin 2024 skal hýsast....more39minPlay
June 04, 2024Samværi 038 - at vaksaTheodor og Mattias eru beiggjar og fáast báðir dagliga við tónleik. Theodor spælir metal við Hamferð og er ljóðteknikari hjá teimum allar flestu (og bestu) bæði í studio og til konsertir í Føroyum og uttanlands. Mattias er klassiskur pianist og spælir eisini við m.a Eivør, Knút og nógvum øðrum poppbólkum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um tað at vaksa upp í listaligari familju og at síggja hvønn annan vaksa tónleikaliga....more54minPlay
May 28, 2024Samværi 037 - at lurtaJens og Ósbjørn mugu báðir brúka oyruni tá teir arbeiða við ljóði í rúmum. Teir arbeiddu saman um eina ljóðinstallatión í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu fyri nøkrum árum síðani, men arbeiða eisini dagliga við at lurta eftir landslagnum rundan um seg. Tá Ósbjørn sniðgevur bygningar má hann hugsa um byggisiðvenjur, praktikalitet, akkustikk og landslagið rundan um. Jens arbeiðir sum framleiðari og tónlistafólk, har hann td. brúkar nógva tíð at ljóðblanda útgávur hjá øðrum, sum hann setur sítt egna fingramerki á. Hann lurtar aftur og aftur og má eisini lurta eftir meiningunum hjá listafólkunum, eins væl og brúka sína egnu vitan. Hann hevur eisini eitt ótal av verkætlanum, har hann m.a. skapar hugløg til leikir, ella upptekur ljóð í Eysturoyartunnellini ella ger ljóðinstallatiónir til framsýningar. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um teirra listaligu tilgongdir og hvussu teir brúka oyruni í sínum dagligdegi....more53minPlay
May 21, 2024Samværi 036 - at útsetaUnn og Katrina hava tað til felags at tær báðar fáast við at gera útsetingar til kór og ljóðføri. Tær syngja báðar í kórum sum td. Cantabile, Kata og SWAY, har tær fáast við kórsang. Katrina lesur til tónleikalærara við saksofon sum høvuðsljóðføri á Listaháskúlanum í Reykjavík meðan Unn er bókavørður á Landsbókasavninum. Tær tosa um at útseta í breiðari merking: at útseta tónleik, at útseta onnur (fyri onkrum) og at útseta ting (prokrastinera). Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, og hoyra útsetingar sum tær hava gjørt langtsíðan og okkurt sum tær hava gjørt stuttsíðani....more51minPlay
May 14, 2024Samværi 035 - at sameinaHeiðrikur og Bárður hava báðir fingist við nógvar ymiskar listagreinar og í hesum partinum tosa vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen við teir um teirra listaligu tilgongdir, um hvussu teir sameina sínar ymisku áhugamál og ymisku síður av sær sjálvum í síni list. Hvørjar tankar teir gera sær um sálarheilsu og í hvussu stóran mun teir hugsa um hvat onnur halda....more52minPlay
FAQs about Samværi:How many episodes does Samværi have?The podcast currently has 54 episodes available.