Tónleikarin Jón Klæming og filmslistafólkið Rógvi “Per” arbeiða við hvør síni listagrein, men teir royna báðir at vera til staðar og tilvitaðir, tá teir eru mitt í eini listaligari verkætlan. Teir tosa um, hvussu teir skipa gerandisdagin og arbeiðsdagin sum listamenn og pápar.
Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvussu mann er til í nú’inum, og hví Rógvi kallar seg sjálvan Per.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.