Skúrurin í miðbýnum er karmur um eina framsýning við verkum úr endurnýttum tilfari í einum hóskandi høli. Sigga Vang er filmsfólk og stigtakari til skrelLIlist. Hon skapar saman við eysturrísku listakvinnuni Cameron Menschhorn rammuna til framsýningina.
Bjørn Ulvedal Simonsen, street artist, sum longu hevur verk i Magnus Heinasonargøtu, vísur nýtt og gamalt fram í skúrinum. Afturat teimum kemur (tón)listamaðurin Jan Nystrøm at deila tónar og vísa verk teknað á pappír, onnur halda vera ídnaðarburturkast.
Sigga var gestur í Summarmorgin mánamorgunin 22. juli.