Í fjør kappaðust næmingarnir í fýra greinum. Í ár verða seks greinar. Tær eru fræls ítrótt, flogbóltur, badminton, innirógving, kurvabóltur og rørslumegi.
-Vit hava valt út og tillaga ítróttagreinarnar soleiðis, at øll kunnu vera og har allir næmingar eru eitt sindur javnir, sigur Katrin á Neystabø frá ÍSF, sum samskipar Skúlaleikir.
Bæði næmingar í Kollafjarðar skúla og Erla í Húsinum, lærari í Kollafjarðar skúla, eru væl nøgd við leikirnar í fjør og tey gleða seg til at verða við aftur í ár.