Huginn verkætlanin er ein verkætlan ið ESA (European Space Agency) skipar fyri á øðrum sinni, har danin Andreas Mogensen fer út í rúmdina at gera ymiskar royndir ið vera framdar til undirvísingartilfar.
Andreas Mogensen hevur tað til vana at taka ymiskar lutir við sær í rakettina tá ið hon verður send út í rúmdina og hesuferð hevur hann tikið tveir serføroyskar lutir við sær.
Merkið, og eitt slips hjá William Heinesen.
Umframt hettar tekur hann eisini fleiri danskar og tveir grønlendskar lutir við.
Svanbjørg Manai ið er umboðsfólk í samband við verkætlanina greiður nærri frá hvussu hesin møguleikin at senda tvey serføroysk ting út í rúmdina er komin.
Frímerkið ið verður víst á myndini ovast á síðuni, hevur Anker Eli Petersen latið ESA og Huginn verkætlanini í samráð við frímerkjadeildina hjá Posta