Nógv er broytt hesi seinastu árini og nú eru tær gomlu summarstevnurnar í harðari kapping við nógv onnur stór tiltøk kring landið, og tað krevur nógv av fyrireikarunum, sigur Anja Magnussen, sum samskipar Vestanstevnuna, ið er í Sørvági hetta vikuskiftið. Eitt nú er G Festivalurin eisini hetta vikuskiftið.
-Men vit halda at vit hava eina góða og fjølbroytta skrá. Eg ivist ikki í at sørvingar vilja vera á Vestanstevnu, hóast eitt nú G-festivalurin eisini er hetta vikuskiftið, sigur Anja Magnussen, sum samskipar Vestanstevnuna í Sørvági um vikuskiftið.