Stakar sendingar - sjónvarp

Stakar sendingar - sjónvarp

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Stakar sendingar - sjónvarp episodes

  • Úr savninum: Nuuk - ein býarmynd
    Klaksvíkingurin, Jógvan Vágsheyg, hevur í mong ár búð í Nuuk. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn í býnum. Tá Zacharias Hammer var í Grønlandi við seinasta politibátinum, hitti hann Jógvan. Teir báðir fara ein túr gjøgnum grønlendska høvuðsstaðin, har Jógvan sigur frá og minnist ymiskar hendingar sum hýruvognsførari í býnum. Nýggja og stásiliga mentanarhúsið í býnum verður eisini vitjað. Fyrrverandi stjórin, Jan Kløvstad greiðir frá. Um kvøldið eru vit við til grøndlendskt mentanarkvøld í húsinum. Zacharias Hammer hevur lagt sendingina til rættis
    32 min
  • Úr savninum: Send á Rødbygaard 2:2
    Í apríl 1973 komu tey fyrstu børnini við menningartarni, sum vórðu send á stovn í Danmark, heimaftur til Føroya, 50 ár síðani og í tí sambandi endursendir Kringvarpið stuttrøðina "Send á Rødbygaard". Í fleiri áratíggju vórðu børn og vaksin send á Rødbygaard á Lollandi. Har búðu upp ímóti 1000 fólk, av teimum vóru onkuntíð einir 70 føroyingar. Tey flestu búfólkini á Rødbygaard vóru menningartarnað, men ikki øll. Summi gingu í skúla ella arbeiddu, onnur gjørdu hvørki. Ungir føroyingar vóru eisini í læru á Rødbygaard og arbeiddu fyri at broyta umstøðurnar.
    43 min
  • Úr savninum: Send á Rødbygaard 1:2
    Í apríl 1973 komu tey fyrstu børnini við menningartarni, sum vórðu send á stovn í Danmark, heimaftur til Føroya, 50 ár síðani og í tí sambandi endursendir Kringvarpið stuttrøðina "Send á Rødbygaard". Føroyingar í hópatali eru sendir av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark. Nógv teirra, tí tey hava verið evnaveik og umstøður ikki hava verið at veita teimum hjálp í Føroyum. Men tey eru eisini nøkur, sum ikki vóru evnaveik, ið komu á Rødbygaard. At siga farvæl við síni kæru heima og flyta á ein stóran stovn í einum fremmandum landi var ógvuliga torført hjá nógvum.
    37 min
  • Úr savninum: Urtagarðurin 1:6
    Í urtagarðssendingini vitja vit Eilif Brimheim í Havn, sum ikki hevur nakran vanligan urtagarð. Umframt blómur, trø og vakstrarhús, hevur Eilif stóran áhuga fyri hyljum og vatnplantum av ymiskum slag. Men honum dámar eisini væl djór, so her eru bæði froskar, skaldbøkur og 60 undulatar. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.
    32 min
  • Úr savninum: Urtagarðurin 6:6
    Í kvøld eru vit í einum urtagarði, sum avgjørt ikki líkist nøkrum øðrum urtagarði í landinum. Og tað munnu vera fáir garðar, sum verða so væl vitjaðir, sum hesin.Vit tosa um urtagarðin hjá Ritu og Kristian Joensen við Gjógv. Har eru nógvar blómur, men so sanniliga eisini nógv prýði, sum Rita hevur tilevnað úr ymiskum tilfari, sum hon finnur í bygdini. Eisini vitja vit í Fuglafirði, har vit fara at vitja Tórun Beck, sum er býargartnari har. Gjørt sendingina: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.
    35 min
  • Úr savninum: Summarsál 1:6
    "Tú hevur eitt annað menniskja, sum er tætt at tær, og sum tú hevur havt so nógv upplivilsir saman við; bæði góð og ring." Majbritt úr Hørg, Sumba, fødd 1. mai 1951.
    16 min
  • Úr savninum: Urtagarðurin 5:6
    Urtagarðurin er í kvøld og vitjar Karl A. Thomsen, sum býr í Syðrugøtu. Hann hevur ikki bara stóran áhuga fyri trøum og blómum, hann eygleiðir eisini og tekur myndir av sjáldsomum fuglum, sum vitja í urtagarðinum. Og so hevur hann eisini eina firvaldarfellu, og spennir út firvaldar, sum eru sjáldsamir um okkara leiðir. Gjørt sendingina: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.
    41 min

About Stakar sendingar - sjónvarp

From the publisher's feed

Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.

More shows like Stakar sendingar - sjónvarp

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners