Stakar sendingar - sjónvarp

Stakar sendingar - sjónvarp

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Stakar sendingar - sjónvarp episodes

  • Úr savninum: Urtagarðurin (4:6)
    Lena og Jákup Hansen uppi á Gørðum í Søldafirði hava í dag ein sera vakran og stóran urtagarð. Men tey hava eisini arbeitt nógv hesi seinastu tvey árini, fyri at fáa urtagarðin vakran aftur, sum er 80-ára gamal. Hesi seinastu 15 árini hevur hann ligið í órøkt, so har vóru nógv trø at fella og nógv at saksa, tí urtagarðurin var allur sum hann var samanvaksin. Eisini vitjað við Boysens garð í Tórshavn har prátað verður við Jógvan Olsen. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.
    27 min
  • Úr savninum: Urtagarðurin V (3:6)
    Eiler og Rannvá Royðutoft hava gjørt sær ein øðrvísi urtagarð inni á Strondum, har hagagrót setur ein heilt serligan dám á. Og í staðin fyri gras og plenu hava tey malargrót, flísar og royðugrót. Eva Andersen fer eisini at geva okkum góð ráð um, hvat grønmeti vit skulu seta niður nú og hvussu vit taða. Í Klaksvík man liggja størsti rabarbugarður í landinum. Hans Jacob Joensen ella Hans Jacob hjá Dáva, gjørdi sín fyrsta rabarbugarð fyri 53 árum síðani og øll hesi árini hava hann og konan Anna selt klaksvíkingum rabarbur.
    30 min
  • Úr savninum: Stoltleikin í Norðuratlantshavi
    Í ár eru 20 ár síðani Norrøna fór í sigling. Kringvarpið var við í Týsklandi eftir Norrønu og fylgdu við skipinum til Føroyar. Sendingin er um fyrsta túrin til Føroya úr Týsklandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Eli Dam og Johnsigurd Johannesen.
    36 min
  • Úr savninum: Urtagarðurin 2:6
    Urtagarðurin er inni á Strondum hjá Evu Andersen, sum man eiga størsta urtagarð í Eysturoynni. Hon fer at geva okkum góð ráð um grasplenuna, um kálk, taðing, hvussu kantarnir skulu skerast, hvørji amboð eru tey bestu osfr. Nú skulu rósurnar eisini skerast, so tað fer hon eisini at vísa okkum. Seinast í mars vóru vit inni hjá Evu og sáddu ymiskar summarblómur í bakkar, nú er tað vaksið so mikið, at tíð er at at planta um. Gjørt sendingina:´Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.
    36 min
  • STROYMING: Annika Hoydal í LEITISSTEIN Live
    Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju.
    Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni.
    Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í Dans" og "15 ár" eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.
    Annika Hoydal, Leitisstein
    Annika Hoydal er tónlistadrotning føroyinga (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
     
    Leysir endar
    Nú Annika Hoyda er vorðin 77 ára gomul, hevur hon lagt síðstu hond á enn eina nýggja útgávu, sum í hesum døgum verður útgivin. 
    Útgavan kallast “Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív.
    Annika Hoydal, Leysir endar
    (Grafikkur: Kirstin Helgadóttir)
    Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.
    Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.
    2 hr 2 min
  • Sement 2023 1:4 - beinleiðis
    Kringvarpið sendir beinleiðis frá 1. umfari av tónleikakappingini Sement, sum verður hildin í Reinsarínum í Havn. Seks bólkar og einstaklingar kappast. Ungdómstoymið Biit stendur fyri framleiðsluni. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.
    5 min
  • Úr savninum: Føroyskar søgur 2:3
    Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind. Í næstu sending um søgur handan filmskut úr føroyskum søgum, sigur Uni Leitisstein Hansen søguna um 82 ára gamla Dánjal Jákup Mortensen og 78 ára gamla Jákup Andreas Arge, ið eru undangongumenn innan filmslist í Føroyum.
    36 min
  • Úr savninum: Føroyskar søgur 1:3
    Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6. juni 1944 loypur niður á eina strond í Normandínum í Fraklandi við byrsu í hond, meðan kúlurnar flúgva um oyruni á honum og 150.000 øðrum sameindum hermonnum. Ejner Nyrum, ið er stjórin í Havnar Timburhandli, er endaður mitt í blóðigu, men avgerandi landgongini "Operation Overloard" á D-degnum. Uni Leitisstein Hansen sigur søguna um, hvussu nakrar gamlar filmsrullur brádliga avdúkaðu spennandi søguna um ein mann, ið sjálvboðin valdi at fara frá konu, børnum og einum góðum stjórastarvi í friðarligu Føroyum, fyri at niðurberja Týskland sum partur av bretska herinum. Sendingin er frá mars í ár.
    32 min
  • Úr savninum: Flúgviplássið
    Flogvøllurin vesturi í Vágunum er lívsæðrin hjá føroyingum út í heim. Her er ein serligur spenningur í luftini. Flogfør koma og fara og taka eitt sindur av umheiminum við sær hendavegin. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og umleið 5000 flogfør koma og fara um árið, men hetta er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum fólkum. Í hesari sending fara vit at fylgja tí dagliga arbeiðinum á flogvøllinum, og vit fáa innlit í eina verð, sum vit vanliga ikki geva okkum far um, tá vit koma og fara um flogvøllin. Lag til rættis: Jens Jákup Hansen.
    29 min

About Stakar sendingar - sjónvarp

From the publisher's feed

Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.

More shows like Stakar sendingar - sjónvarp

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners