BBC-dokumentarsending, sum viðger fylgjurnar av oyðileggjandi veðurlagsbroytingunum. Jørðin er bara tvey stig frá eini veðurlagsvanlukku, og heldur alheimsupphitingin fram við somu ferð sum higartil, hendir ein varandi umhvørvislig oyðing innan 40 ár.
Í sendingini hitta vit nøkur av teimum, sum eru beinleiðis ávirkað av veðurlagsbroytingunum, og heimsins leiðandi serfrøðingar á økinum greiða frá, hvørji útlitini eru, um vit ikki skjótt leggja á annan bógv. Vit kunnu øll gera okkara part, men tað krevur, at vit gera nakað alt fyri eitt.