Varmakelda verður í Fuglafirði um vikuskifti, og í ár verður skipað fyri einum heilt serligum tiltaki.
Tað eru 50 ár síðani at fyrsta málningaframsýningin lat upp á Varmakeldu, og hendan málningaframsýningin hevur havt stóran týdning fyri stevnuna. Tí hevur ein arbeiðsbólkur í longri tíð saman við Frits Johannesen arbeitt við at skipa fyri einari stórfingnari listaframsýning.