Føroyamálsdeildin bjóðar út eitt diplomskeið í føroyskum í heyst. Eitt líknandi skeið varð bjóðað út fyrr, men hevur ikki verið tað seinastu árini, men nú verður tað gjørt aftur.
Umsóknarfreistin til skeiðið er 4. septembur, og ein søkir umvegis heimasíðuna Setur.fo undir teiginum "útbúgvingar", og har velur ein "diplomskeið í føroyskum".
Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum, og Lena Reinert, undirvísari, vitjaðu morgunsendingina og greiddi nærri frá.