- Vit vita ikki neyvt hví súlan hevur broytt eygnalit, men vit vita, at nógvar súlur hava verið útsettar fyri fuglakrími seinastu tvey árini, og teir fuglar sum hava yvirlivað hava fingið svørt eygu, sigur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingum á Umhvørvisstovuni.
Fuglakrím hevur herjað í Evropa í fleiri ár, men tað sum hendi fyri tveimum árum siðani var, at fuglakrím hoppaði yvir til sjófugl, og tað hevur man ikki sæð fyrr. Serliga eru tað súlan og skúgvurin, ið eru hart rakt av fuglakrími.