Stórfingin dagur í føroyskum fótbólti - KÍ útinti bragdið við glæsiligum sigri í gjár á ungarska meistaraliðnum Ferenzvarosi, og í dag eiga hinir tørn; Víkingur, B36 og HB. Vit ringja í morgun til Budapest, og lodda eisini dýpið í Víkinga-, B36,- og HB-legunum í ávikavist Gøtu, Estlandi og Norðurírlandi.
Tónleikabólkurin Aldubáran hevur í ár sett sær fyri at savna seg um tónleikin hjá unga tónaskaldinum Eli Tausen á Lava, og hetta verður markerað við fleiri konsertum um dagarnar. Vit fáa vitjan av unga tónaskaldinum umframt Kristinu Thede Johansen, ið spælur saxofon.
Og hvussu verður veðrið í dag og í vikuni? Vit spyrja Andrias Klein Gregoriussen frá føroysku veðurstovuni.
Tú kanst hoyra sendingina her!