Summarmorgun

Summarmorgun 20. juni 2025


Listen Later

Jóansøkan er um vikuskiftið, og hon fyllir 100 ár. Vit ringja suður á Tvøroyri fyri at frætta um, hvat er á skránni.
Kringvarpið ger eisini nógv burturúr Jóansøkuni - vit senda beinleiðis frá kappróðrinum í útvarpið og sjónvarpið leygardagin kl. 15. Og eftir tíðindini klokkan 18 fara Gunnar Noløse og Bjørn Hentze Bech at senda beinleiðis úr Faktorshúsunum á Tvøroyri í sendingini Jóansøkan 100 ár. 
Í næstum fer Tjóðsavnið at gera royndargravingar á Prestodda á Skála. Ein søgn sigur, at ein kirkja stóð á Prestoddanum, sum fór í áarlopi. Eisini eru fleir aðrar toftir á Ytra Skála. Vísa royndargravingarnar hjá Tjóðsavninum, at leivdir eru eftir kirkjuni, kann farast undir ein veruligan fornfrøðiligan grevstur um fígging fæst til tað sigur Helgi Michelsen, forfrøðingur á Tjóðsavninum. Vit tosa við stigakaran til verkætlanina,Tummas M. Jacobsen.
Vit frætta eisini um eina kanning hjá Heilsugransingareidini í Sjúkrahúsverkinum um fruktbæri hjá føroyskum kvinnum, og síðst í sendingini frumspæla vit eitt nýtt staklag hjá Mariannu Winther.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

SummarmorgunBy Kringvarp Føroya


More shows like Summarmorgun

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners