Summarmorgun

Summarmorgun 24. juli 2023


Listen Later

Sýningarnar av leikinum Lear Kongur eru av. Ein føroyskur leikur, sum Búi Dam leikstjórnaði, og ein leikur, sum hevur vakt ans, tí at høvuðsleikarin, Birita Mohr, hevur alzheimer. Ber yvirhøvir til at spæla sjónleik, tá ið ein er minnisveik - og hvussu riggaði leikurin sum heild? Tað hoyra vit meira um eftir klokkan átta, tí tá fara Katrin Joensen-Næs, filmsleikstjóri, og Sóley Danielsen, sjónleikari, at ummæla leikin.
EP-pláturnar, sum Debess & Petersen tóku upp og góvu út í 1973, eru varðar í føroyskari rútmiskari musikksøgu, tí fyri 50 árum síðani vóru teir átta sangirnir á útgávunum bæði nýskapandi og slóðbrótandi.
Pláturnar vórðu brátt útseldar, men eru ongantíð givnar út av nýggjum, samstundis sum tú ei heldur finnur sangirnar á talgildu miðlunum.
Fríggjadagin gjørdu vit ein stuttan samandrátt av fyrru EP-ini - og í morgun tríva vit í teirri seinru, ið ber heitið "Mitt í eini meining".
Vit fara eisini at minnast jazzlegenduna, Tony Bennett, ið lat eyguni aftur fríggjadagin.
Og vit fara at fregnast um veðrið, nú skjøtil er settur á ólavsøkuvikuna.
Tú kanst hoyra sendingina her!
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

SummarmorgunBy Kringvarp Føroya


More shows like Summarmorgun

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners