Í 2014 varð skjøtil settur á at talgilda kringvarpssavnið, ið samstundis er eitt gullnám av vitan, dokumentatión og føroyskari søgu.
Og nú Savnsgull verkætlanin er komin á mál, skifta vit orð við Mass Hoydal, verkætlanarleiðara, um eitt nú týdningin av kringvarpssavninum, samstundis sum vit eisini fara at hoyra nøkur brot úr savninum.
Hósdagin var bókasavnið heima á Sandi karmur um framløguna av "Sandoyar kirkjubók 1719-1892", sum Johan Guttorm Mikkelsen hevur lagt úr hondum, og sum bókmentafelagið Varðin gevur út. Johan hevur vitjað í útvarpsstovuni í morgun og eitt nú fregnast vit um serligar søgur, ið eru at finna í kirkjubókunum.
Og vit fara eisini at fregnast um veðrið, nú ólavsøkan nærkast í hvørjum.
Tú kanst hoyra sendingina her!