Klokkan trý korter til átta í kvøld fer KÍ á vøllin við Djúpumýru, har ið heimligu meistararnir skulu møta svensku meistarunum, Häcken frá Gøteborg. Hvussu hevur KÍ fyrireikað seg til útselda stórdystin, og hvørji eru útlitini. Vit skifta orð við KÍ formannin, Tummas Lervig, og fótbóltsviðmerkjaran, Jóannes Jakobsen.
Í 2020 skipaði Tórshavnar Big Band fyri einari verkakapping, hvørs endamál var at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.
Tey átta verkini, ið komu inn til kappingina, eru nú innspæld og verða givin út ? eitt í senn hvønn mikudag. Og saman við Eiriki Skála, Ólavi Olsen og Atla Kárason Petersen hava vit at fregnast um annan sangin, sum eisini verður at hoyra alment fyri fyrstu ferð í morgun.
Tú kanst hoyra sendingina her!