Hvussu verður veðrið í dag og í morgin? Vit frætta frá veðurkvinnuni, Turid Laksá.
Í dag verður Lena Joensen, ið er búsitandi á sambýlinum Vesturskyn á Toftum, 100 ár. Tórður Mikkelsen hevur vitjað Lenu.
Í hesum døgum vera stóra tónleikatiltakið, "ISCM World New Music Days", sum fór av barkastokki fyri slakari viku síðani, hildið í Føroyum. Og saman við Sunleifi Rasmussen fara vit at kaga í skránna tað, sum eftir er.