Ein av mongu áhugaverdu og viðkomandi sendingunum hjá útvarpinum er “Nert ikki við”, sum Anna Joensen-Næs hevur stílað fyri. Og í dag fer fyrsta sendingin í summar av barkastokki. Vit fregnast um sendingarnar, tá verturin Anna Joensen-Næs, og serfrøðingarnir Bjørt Lind og Svanna Jákupsdóttir siga frá.
Stóri slóðbrótarin innan føroysku matstovuvinnuna og matmentanina, Leif Sørensen, er heiðraður við upptøku í “Hall of Fame”. Leif støkkur inn á gólvið miðskeiðis í sendingini.
Í 1924 ferðaðist svenski fuglamálarin William Gislander í Føroyum og úrslitið gjørdist at hann málaði umleið 100 málningar av føroyskum landsløgum og djóralívi.
Vit fáa vitjan av Solveig Hanusardóttir Olsen og Bernhard Schirg, ið eisini vil hitta føroyingar, ið vita um og ella eiga verk eftir Gislander.