Um vikuskiftið hevur Føroya Symfoniorkestur við solisti konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Hátúni í Havn.
Vit skifta orð um konsertirnar við Hans Petur í Brekkunum, stjóra í Føroya Symfoniorkestri, og Kristinu á Váli, ið er solistur.
Fólk hava ikki búð í Múla hesumegin túsundáraskiftið, men í summar eru eini hjún fyribils flutt aftur til bygdina.
Vit hava verið á gátt, har vit hittu Lailu í Garðinum, sum hevur ættarbond í Múla, og mannin, Niklas í Garðinum, sum er váðbingur.