Týskvøldið verður Losjan í Gøtu ramma um nakað so forkunnugt sum sjónleik á teknmáli. Vit tosa við Riu Tórgarð, sum hevur leikstjórnað, og Meifríð Hansen, ið fer á leikpall fyri fyrstu ferð.
Agnieszka Ryfka úr Póllandi er ein av teimum, sum fekk prógv sum námsfrøðingur í síðstu viku, tá ið prógvini vóru handað á Fróðskaparsetrinum. Tað eru bara seks ár síðan, at hon kom til Føroya og fór at læra seg føroyskt, og nú stóð hon so skrivligu og munnligu royndina við einum 10-tali. Vit hitta Agnieszku.