Beint fyri ólavsøku í 2011 lat Tórshavnar Big Band úr hondum fløguna “Úr sangskattinum II”, og í dag kemur onnur heildarútgávan í røðini – “Úr sangskattinum II”.
Vit fregnast um nýggju útgávuna og virksemið hjá Tórshavnar Big Band, tá vit skifta orð við Ólav Olsen, Andras Olsen og Eirikur Skála.
13 ára gomul varð Herdis Skorastein løgd undir skurð fyri krabbamein – nakað, ið hevði við sær at hon misti annað beinið.
Og í næstum letur Sprotin úr hondum bókina “Eg fótaði mær aftur”, sum Herdis Skorastein hevur skrivað. Bókin er skrivað á donskum og tað eru systurdøtir hennara – Jastrid Weihe og Pálin Olsen, sum hava umsett bókina til føroyskt. Og tær skifta vit orð við tær um hálvgum níggju tíðina ella so.