Sunnudagin verður heitt á øll fólk um at týna garðaskøruna, sum breiðir seg um alt landið og ger av við aðrar plantur. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur tikið stig til garðaskørutýningardagin. Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðing.
Nú eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri í Hovi. Trina var heimadoktari og kend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðuroynna, og mong komu eisini aðrastaðni frá at fáa hjálp frá Trinu. Vit tosa við Ingun í Skrivarastovu, sum hevur tikið stig til minnissteinin um Trinu í Meiðlendi.
Tveir føroyskir íverksetarar hava ment eina nýggja føroyska bókhaldsskipan, sum eitur Bókin. Hví tað, kann man spyrja, eru ikki fleir bókhaldsskipanir til? Jú, men hendan er bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri íverksetar og smærri fyritøkur í føroyum.
Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya gevur okkum veðrið fyri vikuskiftið