Turið Poulsen, veðurkvinnu, sigur okkum um veðrið komandi dagarnar.
Vit hava eisini verið í Fuglafirði, tí fyrr í ár skrivaði Fuglafjarðar kommuna út eina hugskotskapping um hvussu miðbýurin í Fuglafirði kann skipast.
Og eftir at vinnararnir vóru avdúkaðir týsdagin, hittu vit Eyðun Eliasen, ið er arkitektur og stjóri á teknistovuni EyA, sum vann kappingina, eins og vit eisini fingu orð á borgarstjóran, Dávur Juul.
Herfyri vóru Bjarta Petersen og systur hennara í Ísrael, har ið tær millum annað vitjaðu staðið, sum varð álopið av Hamas 7. oktober í fjør.