Í Summarmorgun hesa ferð kanna vit, hvussu ein best vaskar og goymir síni føroysku klæðir aftaná Ólavsøku.
Vit skulu endurvinna meira, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. Vit tosa við leiðaran á Brennistøðini á Hjalla um rusk, og hvussu ein kann skilja sítt húsarhaldsburturkast.
Eisini fara vit ein túr út í Havnadal, har vit práta við formannin í Føroya Ríðingarfelag um nýggju kappríðingarbreytina í Havnadali og útbyggingarnar og umstøðurnar har.