Franska valið var í gjár, sunnudagin 7. juli, og tað setti dám á Summarmorgun dagin eftir.
Raphaëlle Gonzalez Nysted, er úr Fraklandi, og hon fylgdi væl við valinum í heimlandinum í gjár. Rólandi í Skorini, serkønur í fronskum viðurskiftum, greinar eisini støðuna, nú politiskt kaos valdar í Fraklandi.
Um vikuskiftið var Roskilde festivalurin hildin á Dyreskuepladsen í Roskilde. Fleiri túsund fólk vóru savnað, tá ið rættligt ódnarveður brast á við regni og vindi. Hvussu spældi festivalurin av, spurdu vit Una L. Hansen, sum er fastur fúsur á Roskilde.
Og so segði Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya okkum frá veðrinum, sum verður á heilt góðari leið hesa vikuna.