'Fram eg ferðist - Sangir yrktir og týddir av Árna Jacobsen' er heitið á fløgu, sum kom út herfyri.
Stutt eftir klokkan 8 fáa vit vitjan av Steinbirni Jacobsen, sum eigur hugskotið til fløguna, og Eyðun Jacobsen, sum eitt nú hevur samskipað upptøkurnar.
Havleikur er stóra norðurlendska dansistevnan, sum verður sett í Havn í morgin. Men longu nú er ein serlig summarlega fyri ung í aldrinum 15 til 25 ár á Sandi.
Og um hálvgum níggju tíðina fara vit suður til Sands at fregnast um tiltakið.
Tú kanst hoyra sendingina her!