Í sendingini í dag fara vit til Leirvíkar, har skótarnir úr ymsum londum, sum hava verið á stóru Brekkuleguni í Leirvík, pakka saman. Tórður Mikkelsen var framvið við mikrofonini.
Í ólavsøkurøðu síni segði Aksel V. Johannesen løgmaður, at ein tann størsta avbjóðingin hjá Føroyum er at fáa ung, lesandi at støðast og trívast í Føroyum. Vit tosa við Sigmund Zachariassen og Poul Kjartan Matras úr Ráði teirra lesandi, um lestarabyrjan, kampusætlanir, lestarsrstuðul og lestraríbúðir á Eiragarði.
Síðst í sendingini fara vit til Viðareiðis, tí inni í Dølum á Viðareiði koma nú fyrstu trøini í nýggju viðarlundini upp. Fyrstu trøini vórðu sett niður fyri trimum árum síðani.