Innast í Busksufjørðinum í Grønlandi - miðskeiðis millum Nuuk og Føroyingahavnina - arbeiða í hesum døgum nakrir føroyingar. Teir gera kjarnuboringar í sambandi við eina ætlan um vatnorkuútbygging har. Og avbjóðingarnar hjá teimum hava verið nógvar og spennandi.
Kristian Stórhamar úr Trongisvági og Martin Sivertsen úr Norðdepli, sum hava arbeitt nógv saman í undirsjóvartunnlum í Føroyum, hava tikið seg saman og gjørt eitt felag, ið bjóðar seg fram til slíkar uppgávur.
Nú eru teir sum sagt í Grønlandi. Og í Summarmorgni í morgun var samrøða við Kristian Stórhamar. Tú kanst hoyra hana her.